Neistin vann sín fyrsta dyst í hesum kappingarárinum. Kollfirðingar vóru á vitjan í høllini á Hálsi, og hóast teir løgdu hart út, vísti Neistin seg at vera betra liðið. Serliga í seinna hálvleiki setti Neistin ferðina upp, og KÍF kláraði ikki at fylgja við. KÍF hevði annars eina greiða leiðslu við steðgin.
Løgdu hart út
Kollfirðingar komu til Havnar fyri at vísa, at teir ætlaðu sær at vinna dystin. Teir løgdu sera hart út, og Neistin megnaði ikki at fylgja við ta fyrstu løtuna. Longu eftir tíggju minuttir hevði KÍF fingið eina leiðslu uppa seks mál. 7-1 var støðan. Tað sást á øllum brøgdum, at Neistin hevði ilt við at spæla upp við kollfirðingar.
Neistamenn gjørdu royndir at berja seg innaftur í dystin, men teir megnaðu ikki at minka munandi um leiðsluna. Liðini fylgdust, tað sum eftir var av fyrra hálvleiki. KÍF hevði eina fimm málsleiðslu við steðgin. 16-11 til KÍF móti Neistanum.
Neistamenn hamskiftir
Neistin legði út sum eitt ódnarveður eftir steðgin. Fimm bóltar fóru í málið hjá kollfirðingum, áðrenn KÍF slapp framat. Eftir tíggju minuttir stóð aftur á jøvnum, og tá hevði Neistin hálað eina leiðslu uppá fimm mál innaftur.
Eftir hetta dróg Neistin frá KÍF, sum als ikki megnaði at halda neistamenninar í tjóðri í seinna hálvleiki, eins og teir høvdu í fyrra. Móti endanum fall útiliðið heilt í fátt, og neistamenn sluppu at hóreiggja sær, sum teimum lysti. KÍF fekk bara seks mál eftir steðgin, meðan Neistin fekk nítjan.
Veteranurin Kári Mortensen kann vísa seg at vera ein av stuðulsleikarunum hjá Neistanum hetta kappingarárið. Hann gjørdi ellivu av teimum tredivu málunum. Útlendski leikarin hjá KÍF, Durica Tomic, var aftur hesuferð besti málskjútti við sjey málum. Hann var eisini besti málskjúttin ímóti VÍF um vikuskiftið.
Hetta vóru annars tvey lið, sum væntandi ikki fara at gera seg galdandi í stríðnum um meistaraheitið í ár.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Neistin: Kári Mortensen 11, Helgi Justinussen 5, Áki Mørk 4, Jakob Jónsson 4, Regin Didriksen 2, Rani Slættanes 2, Jákup Sverri Kass 2
KÍF: Durica Tomic 7, Jákup Dam 6, Petur M. Johansen 4, Eddi Joensen 3, Vagnur Johannesen 1, Petur Martin Poulsen 1
Útvísingar: KÍF 3
Dómarar úr Kyndli
Hans Thomassen og Hanus Kúrberg