Ein útsettur dystur í Atlantic Airways deildini er í kvøld millum Neistan og VÍF. Tað er hálvleikur og støðan er 12-12.
Tað gekk javnt á fyrru hálvu av fyrra hálvleiki. VÍF var nakað avgjørdari í álopsspælinum, og mangan komu skotroyndirnar alt fyri eitt, meðan Neistin búkti heldur longri tíð um at koma til skot.
Tá klokkan á talvuni vísti 17:30 valdu Jan Ottosen og nýggi hájálparvenjarin, Henrik Gerster, at skifta Filip Jojic, sum hevur ein minni skaða í fótinum, og Rasmus Junker inn. Tá var støðan 8-6 til Neistan. Stutt frammanundan hevði VÍF tikið time-out, so tað var greitt, at nýggja venjaratoymið hjá VÍF vildu hava broyting í.
Fimm minuttir fyri hálvleik fekk VÍF ein útvísing, men hóast Neistin skoraði tvey flott mál, so megnaði VÍF tíggjar ferðir at fáa bóltin í málið hjá Neistanum. Tá farið varð til hálvleiks var støðan 12-12, og tað tykjast teir bláu úr Neistanum verða væl nøgdir við.
Fyrsta triðingin av seinna hálvleiki hevur gongdin framvegis verið jøvn. Filip Jojic hevur trupulleikar av fótinum og er ikki eins sjónligur, sum hann plagar at vera. Seytjan minuttir inn í seinna hálvleik kom Neistin á odda við trimum 21-18. Fyri Neistan er málverjin, Mikkjal Hansen, gullverdur, meðan Teitur Magnusson(mynd) og Terji Mørk ganga á odda í álopsspælinum.
Neistin er framvegis eitt fet frammanfyri, og Teitur Magunsson leggur Neistan á odda 24-23 við einum minutti eftir. Filip Jojic javnar, Neistin hevur bóltin og tekur time out tá hálvur minuttur er eftir. Neistin hevði eina seinastu roynd, men tað endaði við at skotið fór framvið málinum.
Sostatt endar dysturin við javnleiki 24-24.
Atlantic Airways deildin:
Neistin - VÍF 24-24 (12-12)
Neistin: Teitur Magnusson 8(Mynd), Terji Mørk 5, Jugoslav Djumic 4, Beinir Davidsen 3, Rói Hansen 1, Andras Joensen 1, Torstein Balle 1, Ári Roch 1
VÍF: Filip Jojic 5, Rasmus Junker 4, Holgar Durhuus 4, Martin Ritto 3, Andrias Eriksen 3, Agnar Joensen 2, Joen Pauli Høgnesen 1, Bárður Brimvík 1, Sámal Jákup Djurhuus 1