Neistin-VÍF 24-24: Dystarendin og samrøður (FM1)

(FM1) Hoyr venjararnar, Kári Horn hjá Neistanum og Ingi Olsen hjá VÍF seta orð á spennandi dystin

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:

 

1) Hoyr Sjúrð H. Hoydal siga frá seinastu løtuni av oddadystinum í SMS-deildini millum Neistan og VÍF sum endaði við javnleiki 24-24.

 

2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við venjaran hjá Neistanum, Kára Horn sum er sera stoltur av sínum spælarum, ið vóru aftanfyri 11-17 í steðginum, men stríddu seg væl innaftur í dystin.

 

3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við venjaran hjá VÍF, Inga Olsen sum kundi fegnast um ein góðan fyrra hálvleik, men kann iðra seg um ein slakan seinna hálvleik, ið á stigatalvuni kortini ikki gjørdist so dýrur fyri VÍF tá samanum kom.

 

Í Hoyvíkshøllini vann H71 28-26 á Stjørnuni. Stjørnan var á odda 14-13 í steðginum. Kyndil tekur ímóti StÍF á heimavølli klokkan 18.

 

Veruligur spenningur er um tað seinna FM-finaluplássið:

 

Støðan (hsf.fo)DystirVunnin málTapt málMunurStig
 VÍF1646636010627
 NEISTIN163743334120
 H71164154001518
 KYNDIL14339341-217
 STJØRNAN15344371-279
 STÍF15290423-1331