Neistin-VÍF 23-30: Samrøður við venjararnar (FM1)

(FM1) Hoyr samrøður við Jeppe Borch (Neistin) og Hjalmar Klein Olsen (VÍF)

H71 vinnur grundspælið í Okkaradeildini við 25 stigum. Tað er sama stigatal sum Neistin og VÍF hava, men H71 hevur best málmun av teimum trimum liðunum. 

 

Trivaligi 30-23 (15-14) sigurin hjá VÍF á Neistanum sendi Neistan av fyrsta plássinum, ið H71 yvirtók við einum 33-14 (16-6) stórsigri á Team Klaksvík í Hoyvíkshøllini.

 

Í annaðkvøld í sendingini "3-2" í KVF verður kunngjørt hvørji lið møtast í FM-hálvfinalunum har spælt verður best av trimum. Ætlandi verða fyrstu dystirnir longu í miðvikuni. Tað verða H71, Neistin, VÍF og Kyndil sum spæla FM-hálvfinalurnar. KÍF, StÍF og Team Klaksvík spæla eitt lægri grundspæl har vinningurin er 10.000 krónur eftir tí sum frættist.

 

Aftaná dystin millum Neistan og VÍF fekk reportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal orðið á venjararnar hjá Neistanum og VÍF. 

 

Hvørki Jeppe Borch hjá Neistanum og Hjalmar Klein Olsen eru nógv fyri at peika út eitt "yndismótstøðulið" til FM-hálvfinalurnar.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðurnar Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Jeppe Borch og Hjalmar Klein Olsen.