Tryggingarfelagið Føroyar hevur verið sera aktivt á sponsormarknaðinum síðani felagið sá dagsins ljós í fjør. Avtalur við ymisk feløg og hallir, umframt at vera partur av verkæltanini um Tórsvøll hevur sett Tryggingarfelagið fram har, sum teir heilt tungu hava verið.
Og seinnapartin hósdagin varð enn ein kapittul skrivaður í sponsorsøguna hjá tryggingarfelagnum tá teir undirskrivaðu sáttmála við hondbóltsfelagið Neistan í Havn.
Sáttmálin fevnir í fyrsta umfari bara um fyrsta lið við monnum, og er skrúvaður soleiðis saman, at Neistin í sambandi við undirskrivingina fær eina grundupphædd. Um so er, at fyrsta manslið fer at standa seg væl í kappingini í ár, so fær felagið enn meira pengar. Hetta er gjørt fyri at motivera liðið til at gera meira við kappingina.
Gongur út
næsta ár, men ...
Sáttmálin, sum Neistin og Tryggingarfelagið hava gjørt gongur hiðani til kappingarenda næsta ár, ella sagt á ein annan hátt, í eitt hálvt ár. Tá verður kortini tikið upp aftur um sáttmálin skal leingjast.
Sum skilst á leiðarunum í Neistanum og marknaðarleiðsluni í tryggingarfelagnum, so eru báðir partar áhugaðir fyri at leingja sáttmálan, men sum tað skilst so eru nakrir spurningar eftir at loysa í tí sambandi fyrst.
Henry Olsen, deildarstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar segði, at hann er stak fegin um at hava gjørt sáttmála við Neistan, sum er eitt væl rikið felag við einastandandi góðum ungdómsarbeiði.
Hann vísti kortini á, at felagið hevur havt trupult við at fáa gongd á fyrst lið hjá monnum, og at tað sambært teimum hevur verið ein málsetningur í sær sjálvum.
? Nú ber sjálvandi illa til at siga nakað áðrenn kappingina, men tað eru tekin, sum siga okkum, at Neistin ætlar sær at gera ein vørr. Teir hava fingið ein nýggjan venjara og saman við honum eru fleiri spennandi leikarar komnir afturat, sigur Henry Olsen.
Skal síggjast aftur
Men hvat er tað, sum ger, at eitt tryggingarfelag fer inn at sponsorera hondbóltin, tá ein kundi brúkt pengarnar til okkurt annað?
? Vit hava sett eina pulju av til sponsorering, og tað verður gjørt nógv meira við hondbóltin nú, enn fyri bara heilt fáum árum síðani. Vit fara inn í hesa verkætlanina tí vit rokna við at fáa nakað burturúr. Annars fóru vit ikki inn í hetta, sigur Henry, sum kortini ikki vil siga nakað um hvussu nógv avtalan millum Tryggingarfelagið Føroyar og Neistan inniheldur í peningi.
Jón Kragesten, formaður í Neistanum sigur, at tey í felagnum gleða seg nógv til kappingina og til samstarvið við Tryggingarfelagið.
? Í nógv ár, hevur Neistin havt eitt sera væl virkandi ungdómsarbeiði, sum tíverri ikki hevur sæst aftur í teimum eldru deildunum. Felagið hevur umleið 400 limir og luttekur í landskappingini við umleið 30 liðum, so virksemið er sera stórt. Men vit halda ikki, at vit hava fingið nóg nógv burtur úr mansliðnum hjá felagnum, og tað vilja vit gera nú. Tí hava vit fyrireikað okkum sera væl til árið í ár, men tað krevur pengar og ein góðan samstarvsfelaga, og tey bæði hava vit fingið við hesum sáttmálanum, sigur Jón Kragesten, formaður.