Neistin ætlar at halda fram í somu øði

Kyndla venjarin roknar við heilt aðrari uppgerð seinnapartin, enn tað var mikukvøldið, tá ið Neistin vann 25-17

Klokkan 15 verður fyrsta bríksl í høølini á Hálsi, har FM heitið stendur upp á spæl, tá ið kvinnurnar í Neistanum og Kyndli hittast í aðru FM finaluni.

Neistin vann mikukvøldið fyrru finaluna 25-17, og harvið eru tað tær bláu, ið eru stórfavorittar seinnapartin av tryggja sær FM heitið. Um Kyndil vinnur í dag verður triðja og avgerandi finalan seinnapartin í morgin.

Hjá Neistanum er eingin orsøk at gera broytingar:

-Vit høvdu roknað við tættari dysti mikukvøldið, enn talan var um. Í dag verður tað ivaleyst minni munur, enn tað var í fyrstu finaluni. Tað er eingin orsøk hjá okkum at broyta nakað. Vit plaga at siga, at tað er í verjuni, at vit skulu vinna dystirnar ímóti Kyndli. Mikukvøldið riggaði alt. Vit spældu væl í álopinum, og Fríða stóð ógvuliga væl í málinum, sigur Brynja Høj hjá Neistanum.

 

Í Kyndli krøkja vónina um sigur í dag og harvið avgerandi finalu í morgin í avrikið í seinna hálvleiki mikukvøldið, tá ið tær halda, at spælið riggaði betri.

-Talan verður um heilt øðrvísi dyst í dag, sigur Kyndla venjarin Andreas F. Hansen.

Og ungi málverjin Vár Thomsen, sum spældi væl eftir steðgin mikukvøldið, leggur aftrat:

-Vit mugu halda høvdið høgt, og tað er neyðugt at halda avtalur betri, enn vit gjørdu mikukvøldið, sigur málverjin.