Sunnudagin skal røkka ella støkka.
Neistin hevur annað beinið í øðrum umfari í EHF-CUP. 13 mál skilja føroysku meistararnar og A.C. Latcia av Kýpros undan seinna undandystin, sum verður spældur í høllini á Hálsi sunnudagin.
Áki Mørk virkar sum spælandi venjari, meðan Morten Hust Pedersen, sum loysti av Inga Olsen í venjarasessinum í summar, er burturstaddur í arbeiðsørindum. Áki Mørk vissar um, at Neistin tekur einki fyri givið.
- Vit vita ikki reiðiliga, hvørjum liði vit møta. Teir standa skrásettir við einum hópi upp á 24 mans, men tað høvdu teir so ikki til fyrra dystin. Tað ljóðar, at felagið er í fíggjarligum trupulleikum, og at útlendsku profilarnir hjá teimum tí ikki longur eru í felagnum, men hetta vita vit ikki fyri vist, so tað er ilt at siga. Hjá okkum ræður tí fyrst og fremst um at hugsa um okkara spæl. Tann parturin riggaði sum so sera væl á Cypros, og tað var fyrst og fremst eini krútsterkari verju fyri at takka, sigur Áki Mørk við heimasíðuna hjá Neistanum, neistin.fo.
Neistin vann fyrra dystin 30-17.
Dysturin byrjar klokkan 19.00 sunnukvøldið.