Neistin tapti við sjey málum í Lissabon

Seinni dysturin millum Neistan og Benfica verður leiktur í morgin klokkan 13

Maria P. Nólsoy var toppskjútti við sjey málum

Neistakvinnur hava spælt fyrra dystin í triðja umfarinum í European Cup.

 

Dysturin var leiktur í portugisiska høvuðsstaðnum, Lissabon móti Benfica.

 

Benfica vann dystin 34-27. Í steðginum var portugisiska liðið á odda 18-14.

 

Seinni dysturin, ið tekniskt er heimadysturin hjá Neistanum verður leiktur í morgin klokkan 13.

 

Benfica-Neistin 34-27 (18-14) - fyrri dystur í 3. umfarinum í European Cup

 

Neistin: Maria P. Nólsoy 7/11, Sára S. Mikkelsen 5/9, Bjørk F. Joensen 5/12, Hervør Niclasen 3/4, Óluva Rasmussen 2/4, Sólbjørt Høj 2/4, Lea Mørk Mortensen 2/5, Silja Olivia Heðinsdóttir 1/3.

 

Yui Shibua hevði eitt bjargingarprosent upp á 40, og Silja A. Müller var niðri á 7,7 prosentum, sambært hagtølunum.

 

Maria P. Nólsoy var toppskjútti við sjey málum