Eftir tepurt tap fyri CSM Ploiesti úr Rumenia í fyrra dystinum á Hálsi, so tapti Neistin greitt í Rumenia í gjár. Úrslitið bleiv 31-20 til heimaliðið.
CSM Ploiesti vann 26-24 í fyrra dystinum, har Neistin við eitt sindur av hepni kundi havt vunnið. Í seinna dystinum var tó ongin ivi um styrkismunin millum rumenskan og føroyskan kvinnuhondbólt.
Longu í hálvleikinum sá út til, at alt var avgjørt. Tá var heimliðið á odda 15-8. CSM Ploiesti, sum aftur hesa ferð bara hevði átta spælarar í hópinum, helt leiðsluna allan vegin til dystarenda og vann 31-20.
Sostatt er Neistin úti av Evropa á hesum sinni. Tað er tó hugaligt, at føroyskur hondbóltur er at síggja í altjóða kapping bæði í landsliðs- og felagshøpi.