Hóast hildið varð, at Neistin fór at kunna fáa eitt bæriligt úrslit móti Madeira SAD í Europacupdystinum í kvøld, so mátti Neistin leggja rygg til ein sannan avsmurning - 34-20.
Sambært Suna Merikistein, frásøgumanni Kringvarpsins og viðmerkjaranum, Birgir Hansen, so kundi Neistin saktans fingið eitt gott úrslit, men teir livdu als ikki upp til tað, sum væntað varð av teimum.
Birigir Hansen segði í útvarpinum, at hann var skuffaður av álopspartinum hjá Neistanum. Hann segði, at við øllum teimum feilunum, sum Neistin gjørdi, so kundi man ikki fáa eitt frægari úrslit.
Neistin hevur mist fleiri lyklaspælarar, sum eitt nú David Edvardsen. Tað hildu viðmerkararnir sást á úrslitinum. Spurningurin er so , um hetta sigur nakað um, hvussu gongdin verður í landskappingini, sum júst er byrjað.










