Neistin tók stigini

VÍF-Neistin 20-23 (9-13)

Kvinnurnar hjá VÍF sýndu í dag, at tær ikki uttan víðari vilja geva seg yir á vøllinum.

Í dag var Neistin stórfavorittur, men tað var sjáldan, at tær bláu veruliga prógvað hetta.

Hinvegin var tað um reppið, at VÍF veruliga fekk fatur í dystinum í seinna hálvleiki. Eina løtu minkaðu tær munin niður í eitt mál, men í avgerandi støðunum megnaðu tær ikki at halda høvdið kalt, og so fekk Neistin avgjørt dystin til sín fyrimun.