Hondbóltur
Tey sum hildu, at heiðursmerkjastríðið í ár fyrst og fremst skuldi standa millum Stjørnuna, VB og VÍF, mugu nú helst til at hugsa eina ferð afturat. Eftir eina fyrru hálvu, har tað fyri tað mesta hevur verið nær við og næstan, eydnaðist Neistanum í seinasta umfarinum at toga seg somikið nær hinum trimum, at tær av álvara mugu roknast fyri at hoyra heima í flokkinum av liðum, sum fara eftir heiðursmerkjunum.
Sunnudagin skuldi Neistin so fyri aðru ferð innan tveir dagar royna seg móti meistarunum, og hesaferð gekst nakað væl betri.
Tað leikaði javnt á fyrstu longu løtuna, men eftir at Neistin seinastu 10 minuttirnar fyri steðgin av álvara fekk glið á, kom VB ongan tíð av álvara við aftur í dystin. Tær stríddust manniliga at vinna seg aftur tað mesta av seinna hálvleiki, og eitt skifti sá eisini út til, at tað skuldi eydnast teimum, men aftur rendu tær seg í eina deyða periodu einar 10 minuttir fyri leiklok. Tá hevði heimaliðið annars strítt seg upp á 21-22, men við fimm málum í eins nógvar minuttir fekk Neistin tó beint allan iva um úrslitið burtur.
Koppar myndini
Og einki er at ivast í, at hetta er ein sigur, sum av álvara hevur skumpað undir sjálvsálitið hjá teimum í Neistanum. Tað hevur annars mest sum hvørja ferð verið soleiðis hjá liðnum, at smái magrinalarnir hava viðført tepur tap móti teimum trimum ovastu, og tí bendi nógv á, at liðið í endaspælinum fór at enda í onkrum slag av ongamannalandi, har eingin vandi var fyri niðurflyting, men har tað hinvegin var dekan ov langt upp til heiðursmerkini, har liðið annars sigur seg vilja stríðast.
Men hetta seinasta broytti úrslitið sunnudagin í øllum førum. Neistin er nú ájavnt við VB í stigum, tá farið verður undir endaspælið, og hóast alt eru bara trý stig heilt upp á oddin, so heilt øgjørligt sær tað ikki út hjá Neistanum.
Fyri VB var tapið hinvegin dyggur smeitur. Liðið hevur havt sítt at stríðast við hetta kappingarárið, men síðani tær aftur fingu útlendingarnar inn á liðið, hevur gullið bara tókst vera ein dystur millum tær og Stjørnuna. Í so máta merkti tapið, at tær nú eru trý og ikki tvey stig aftan fyri Stjørnuna, tá farið verður undir endaspælið, og tað kann vísa seg at vera nakað, sum tungt at vinna innaftur.
Dysturin í tølum
VB-Neistin 28-30 (11-16)
Málskjúttar
VB: Aukse Vysniaskaite 8(5), Daiva Toumaite 6, Rannvá Augustinussen 5, Gurið Mortensen 4, Eyðbritt Krosslá 2, Laila Jespersen 1, Margreth Augustinussen 1
Neistin: Jórun Ludvig 9(1), Simona Dziugyte 6(1), Rakul Augustinussen 6, Ása Dam á Neystabø 4, Lív Sørensen 4, Lina Andriulyte 1
Brotskøst: VB 5, Neistin 4
Útvísingar: VB 2, Neistin 2










