Talan var um beiskan bita, tá Neistin í fjør mátti lúta fyri Stjørnuni í finaludystinum. Leingi hevði Neistin tá bestu kortini á hondini, men at enda koppaði javnvágin kortini.
Sama søgan hevur eisini endurtikið seg einar tvær ella tríggjar ferðir síðani tá, og ti skal eingin ivast í, at talan verður um nakrar uppsettar spælarar, sum fara á vøllin leygardagin.
Loysir seg ikki
Hóast uppsettar, so hava tær í Neistanum tó roynt at fyrireika seg til dystin á vanligan hátt.
- Tað loysir seg nokk sjáldan at blása fyrireikingarnar til slíkar dystir ov nógv upp. Vit vita allar, hvat hetta snýr seg um, og tí mugu vit syrgja fyri at fáa okkara besta spæl fram. Og so ikki meira enn tað, heldur Annika Thomsen, sum væl kann verða ein av heilt týdningarmiklu spælarunum leygardagin.
Hon sigur, at tær høvdu sína seinastu venjing hóskvøldið. Fríggjadagin skuldu tær hittast at síggja seinasta dystin, sum tær spældu móti Stjørnuni, og í aðrar mátar mugu tær so bara fyrireika sum vant.
Styrktur hópur
Við at hyggja at navnaseðlinum, so sæst kortini, at Neistin hevur lagt nógv fyri í fyrireikingunum til dystin. Birita Wardum, sum hevur verið uttanlands í nøkur ár, men sum spældi við alt grundspælið, kemur heim til dystin. Hartil er Ása á Neystabø nú eisini tøk. Hon breyt annars hondina, tá Neistin seinast spældi móti Stjørnuni, men seinastu vikuna hevur hon vant, og hon verður tí helst í hópinum. Hartil hevur eisini verið tosað um at fáa Anniku Ljósstein heim til dystin, men tann ætlanin er so slept, skilst. Tað kundi annars verið eitt lítið kuriosum í hesum, tá Annika hevur fingið sína hondbóltsuppaling í Stjørnuni.
Halda góðu gongdini
Tá tosið fellur inn aftur á sjálvan dystin, heldur Annika, at tær fyrst og fremst mugu hugsa um seg sjálvar í fyrireikingunum.
- Tað hevur gingið væl seinastu dystirnar. Eftir at vit í fyrru hálvfinaluni móti StÍF spældu ein vánaligan dyst, hava vit veruliga lyft okkum. Spælið hevur koyrt væl, og tað verður eisini neyðugt leygardagin. Uppskriftin verður tann vanliga, har vit fyrst og fremst skulu fáa verjuna at rigga, og síðani kunnu vit so byrja at hugsa um álopspartin, heldur hon.
- Vit vilja í øllum førum gera alt tað, sum vit eru mentar, soleiðis at tað hesa ferð verður okkara túrur at lyfta steypinum, slær Annika Thomsen fast at enda.










