Neistin styrkir hópin

Besta mansliðið hjá Neistanum tykist nú aftur at hava ætlanir um at bjóða føroyska hondbóltstoppinum av


 

Hondbóltur


Eftir at Neistin sum verjandi føroyameistari bert gjørdist nummar fýra í vetur, tykjast teir bláu úr høvuðsstaðnum nú aftur at ætla sær kós móti heiðursmerkjunum.


Nýtt og gamalt

Liðið, sum í fjør gjørdist nummar fýra, var í stóran mun sett saman av ungum leikarum, sum høvdu fingið sína uppaling í felagnum. Eitt nýtt lið skuldi byggjast upp, vóru boðini, men nú røkist fyri, at liðið kortini hevur leitað sær styrk uttaneftir.

Tó ikki meira enn so. Tveir av teimum trimum leikarum, sum Neistin nú hevur tryggjað sær, hava áður leikt við felagnum, so heilt fremmandir eru teir ikki.

Vit hava áður skrivað, at málverjin frá gullvetrinum, 99/00, Petur Magnusson, aftur verður í Neistanum komandi árið, og nú er eisini greitt, at Heini Joensen, sum hevur verið í Danmark í eitt ár, eisini verður við Neistanum komandi vetur. Heini var toppskjútti í føroysku kappingini tann veturin, so vónirnar til hansara eru uttan iva stórar.

Harumframt hevur liðið nú fingið Hans Áka Dal-Christiansen úr Kyndli í hópin. Hetta er uttan iva ein sera stórur styrkur fyri verjupartin, har Hans Áki seinnu árini hevur verið mettur sum ein sterkasti spælarin í landinum, og eisinin í álopspartinum eigur Neistin at fáa góða nyttu úr evnum hansara.


Tríggir úr Kyndli

Umframt Hans Áka, hevur Neistin eisini fingið venjara ? ella skuldi mann sagt venjarar ? úr Kyndli til komandi uppgávurnar. Talan er um teir báðar, Sophus Dal-Christiansen og Dia Midjord, sum skulu taka sær av ávíkavist kvinnu- og mansliðnum hjá Neistanum.

Teir báðir eru í løtuni einastu føroysku hondbóltsvenjararnir, sum hava lokið triðja elituvenjara skeiðið hjá danska hondbóltssambandinum.

Báðir hava teir annars fingið sína hondbóltsuppaling í Kyndli, so saman við Hans Áka verður talan sostatt um tríggjar kyndlamenn, sum komandi tíðina fara at royna seg í Neistanum.