Neistin styrkir bakketuna

Tríggjar av teimum, sum í vetur spældu við kvinnuliðnum hjá Neistanum, verða ikki við á liðnum komandi kappingarár. Men talan verður um eina styrkta bakketu

Hondbóltur

 

Á heimasíðu sínari skrivar Neistin, at hópurin, sum Svein Rógvi Nielsen í ár skal taka sær av, nú hevur tikið endaligt skap. Og talan verður um ein hóp, sum fær tilgongd. Tordis Tróndarson, sum í ár hevur spælt við Kyndli, verður aftur í Neistanum, og tað sama verður Annika Ljósstein, sum eisini hevur spælt í felagnum áður, men sum upprunaliga er úr Stjørnuni.

Hartil verður hópurin styrkstur við tveimum bakspælarum, sum koma úr Viborg.

Hinvegin er eisini talan um frágongd. Elin Holm, Marjun Danberg og Ása á Neystabø fara nevnliga allar landinum í útbúgvingarørindum.