Tað eydnaðist ikki hjá Kyndli, hóast teir í seinna hálvleiki støðugt royndu at trýsta og kroysta bláu mótstøðuna.
Hóast spælið ikki var líka sannførandi allan vegin, so hevði Neistin alla tíðina yvirskotið, sum skuldi til, tá teir skuldu svara aftur.
Ikki minst takkað verið Emil K. Jacobsen í málinum, sum hevði fleiri framúr bjargingar, meðan Ingi Olsen og David Edvardsen í álopinum alla tíðina vóru førir fyri at finna meskarnar.
Neistin-Kyndil 31-27 (17-12)
10 min: 4-2
20 min: 12-9
40 min: 20-15









