Neistin í steypafinlauni

Neistin hevði ikki stórvegis trupulleikar við at vinna seg í steypafinaluna, tá tær í kvøld vunnu seinnu hálvfinaluna móti Kyndli. Úrslitið gjørdist 25-20.

 

Neistin var favorittur undan dystinum og tær lotu ongan iva verða um útfallið. Kyndil megnaði ongantíð at trýsta Neistan eins og tær gjørdu fyrru hálvfinaluni, tá tær millum annað vóru á odda við tveimum málum í hálvleikinum.

 

Dysturin var rótutur við nógv feilavleveringum og fleiri brendum málmøguleikum. Serliga stóð Maria Samuelsen væl í málinum hjá Neistanum. Tað endaði við at Neistin vann 25-20. Samanlagt vinna tær 52-41.

 

Coca Cola Cup Steypakapping kvinnur – Seinnu hálvfinalur:

Neistin(27) – (21)Kyndil: 25-20

Neistin vinnur samanlagt 52-41

Neistin: Nicoleta R. Hansen 6, Marjun F. Danberg 6, Barbara Brauer 5, Bára Hansen 5, Unnur Danielsen 1, Birita Jacobsen 1, Eir Berg 1

Kyndil: Guðrið G. Eystberg 4, Turið Arge 4, Randi S. Wardum 4, Anja Heinadóttir 3, Ásleyg Súnadóttir 2, Simona Iacob 2, Jórun Ludvig 1

 

Leygardagin 26. jan:

VB(20) – (25)Stjørnan: 15.00