Neistin stevnir víðari út í Evropa

Tað er við tíðini sera sjáldan, at føroyskur hondbóltur bítir frá sær í altjóða høpi. Í kvøld var umsíðir ein skái. Mótstøðan var ótrúliga ússalig, men tað broytir ikki, at Neistin, sum fyrsta føroyska hondbóltslið nakrantíð, stevnir víðari út í Evropa.

 

Neistin vann seinna undandystin móti A.C. Latsia við 12 málum, 37-25. Føroyameistarnir vunnu samanlagt 67-42. Neistin vann fyrra dystin 30-17.

 

Sigurin kundi væl verið munandi størri í kvøld. Neistamenninir, sum ikki vóru serliga grammir í løtum, brúktu heldur høvið at sjóva ungu menninar inn á liðið. Unglingarnir Terji Mørk, Áki Petersen, Gudfinnur Thorsteinsson, Teitur Magnusson og Herbjørn Lava fingu seg royndar og stóðu seg væl.

 

Næsta altjóða avbjóðingin hjá Neistanum í EHF-kappingini er Madeira, sum var nummar tvey í portugisisku deildini í fjør.

 

Neistin – A.C. Latsia 67 – 42 (37-25) (30-17)