Ein dystur er blivin spældur í Coca Cola-steypakappingini hjá monnum. Dysturin var í bólki 2 ímillum VÍF og Neistin. Dysturin varð spældur í høllini í Vestmanna.
Undan dystinum høvdu øll liðini í bólkinum, sum eru fýra í tali, spælt ein dyst. VÍF hevði tvey stig eftir knúsandi stórsigurin á 45-19 ímóti Team Klaksvík farna sunnudag, meðan Neistin hevði eitt stig undan kvøldsins dysti. Neistin spældi ímóti KÍF farna leygardag, og tann dysturin endaði við javnleiki, 26-26.
Í kvøld vóru neistamenn aftur partur av einum sera spennandi dysti. Hálvleiksstøðan var 11-11, og liðini blivu eisini við at fylgjast á málkontuni í seinna hálvleiki. Tá ið meira enn 29 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki javnaðu vestmenningar til 22-22, men Neistin hevði tíð til eitt álop afturat. 15 sekund undan leikloki tók venjari Neistans, Jónleif Sólsker, time-out, har síðsta álopið varð tilrættislagt. Tað endaði við, at í teimum seinastu sekundunum skoraði 19 ára gamli høgri vongurin hjá Neistanum, John í Innistovu, til endaliga úrslitið 23-22 til Neistan.
Stóra upplivingin í dystinum var annars vanligi toppskjúttin hjá Neistanum, Rói Berg Hansen, sum í kvøld skoraði heili 10 av 23 málunum hjá Neistanum.
Støðan í bólki 2 er hendan:
1. Neistin - 3 stig - spælt tveir dystir
2. VÍF - 2 stig - spælt tveir dystir
3. KÍF - 1 stig - spælt ein dyst
4. Team Klaksvík - 0 stig - spælt ein dyst
Kvøldsins úrslit merkir, at nógv skal ganga galið, um Neistin ikki skal koma í hálvfinaluna í steypakappingini. Neistin hevur ein dyst eftir ímóti Team Klaksvík, sum hevur tapt hvønn einasta dyst í hesum kappingarárinum. Vinnur Neistin hendan dystin, so enda neistamenn eisini á ovasta plássi í bólkinum.
Fyri vestmenningar er sannlíkt, at kvøldsins tap merkir, at teir eru noyddir at vinna seinasta dystin í bólkinum, um teir skulu spæla seg í hálvfinaluna. Tann dysturin verður ikki av tí lætta slagnum, tí at hann er á útivølli ímóti KÍF.
Málskjúttarnir frá dystinum ímillum VÍF og Neistan síggjast niðanfyri:
VÍF: Nicklas Selvig 7, Filip Jojic 3, Julian Olsen 3, Agnar Joensen 3, Áki Egilsnes 3, Hanus Christophersen 2 og Andrias Eriksen 1.
Neistin: Rói Berg Hansen 10, Teis Horn Rasmussen 4, John í Innistovu 3, Sjúrður Thomassen 3, Jugoslav Djumic 1, Herbjørn Lava 1 og Andras Joensen 1.