Tríggir hondbóltsdystir í 1. deild vóru spældir mikukvøldið, tveir hjá kvinnum og ein hjá monnum.
Mest spennandi dysturin var á Skála, har tey bæði oddaliðini StÍF og Neistin spældu. Júst hesi bæði feløgini hava í nógv ár tikist í toppinum, og sum oftast hevur Neistin verið omaná, hóast strandakvinnur eisini hava smakkað FM-gull.
Tað er ofta langt ímillum at StÍF vinnur á Neistanum, men nú liðini hittust fyri aðru ferð í landskappingni í ár, og Neistin vann fyrra dystin, kláraði StÍF at vinna.
Longu í hálvleikinum hevði StÍF lagt seg væl fram um, 13-8, men júst sum gongdin var í fyrra dystinum millum liðini í ár, steðgaði StÍF upp í seinna hálvleiki, og Neistin tók seg inn á StÍF. Eitt skifti fór Neistin fram um, men mótsatt fyrra dystinum í ár, kláraði StÍF hesaferð at fóta sær, og móti endanum av dystinum gjørdu tær tað, sum var neyðugt fyri at vinna.
Úrslitið av dystinum 20-19, og hjá StÍF gjørdu Eyðleyg Mikkelsen og Signhild Petersen seks mál hvør, meðan Inga F. Danberg enn einaferð var toppskjútti hjá Neistanum, hon gjørdi 9 mál.
Hin kvinnudysturin var í Havn, har oddaliðið Kyndil spældi móti GÍ, sum er í botninum, og har gekk sum vænta, Kyndil vann trygt.
Munurin millum liðini kom tíðliga til sjóndar, og í hálvleikinum var Kyndil frammanfyri 20-10. Seinna hálvleik vann GÍ við einum máli, men tað gjørdi einki við úrslitið av dystinum, sum var, at Kyndil vann 33-24.
Hjá Kyndli gjørdi Ann Hansen átta mál, og hjá GÍ gjørdi Beinta Joensen 14 mál.
Ein mansdystur var eisini mikukvøldið, og hann var millum H71 og Neistan, sum eru at finna í hvør sínum enda av stigatalvuni.
Hesin dysturin endaði javnur, men hóast eina stigið, sum H71 fekk burtur, sendi teir fram um hini oddaliðini, vóru teir ikki nøgdir við bert at fáa javnt móti botnliðnum.
Neistin spældi ein góðan dyst, og tað vóru teir, sum vóru á odda nógva av tíðini. Í hálvleikinum var støðan 15-12 til Neistan, men endin var at H71 kom uppá javnt, og dysturin endaði 24-24. Hjá H71 gjørdi Halgir Dal-Olsen sjey mál og hjá Neistanum Kári Mortensen 12 mál.