Neistin snýtti Kyndil

Hóast Kyndil gekk undan tað mesta av dystinum ímóti grannunum í Neistanum, endaði tað við, at teir bláu bastu teimum grønu, ið enn liggja aftast við bara tveimum stigum

Tað er ongantíð stuttligt at tapa, men ongantíð man tað kennast so keðiligt og beiskt, sum tá tú hev­ur verið á odda fyri tað nógva, men bara ikki megnar at vera tað í seinastu og avgerandi løtuni. Nak­að soleiðis mundu menninir hjá Kyndli hava tað í gjár, eftir at teir høvdu tapt við einum máli fyri Neist­anum.
So at siga allan dystin var Kyndil á odda við einum, tveimum ella trim­um málum, og í hálvleikinum var heimaliðið framman fyri 14-11. Við øðrum orðum vóru útlit til, at Kyndil kundi »hevna« tapið fyri Neist­anum herfyri, samstundis sum stigaúrtøkan á talvuni kundi tvífaldast.
Tey í Kyndli royna at krøkja seg í, at spælið batnar fyri hvønn dyst og at úrslitini fyrr ella seinni eisini munnu fara at koma. Nógv bendir eisini á, at tað gongur rætta vegin, so tað kundi verið so skjótt, at okkurt stig aftur kom í slunkna posan.
Hinvegin er møguleikin kanska ikki so stórur til tað ímóti júst Neistanum, sum seinastu dystirnar hevur spælt seg úr síni størstu kreppu síðstu árini. Neistin hevur spælt onkran javnan og vunnið onkran tepurt, men stigini eru komin, so Neistin situr trygt á næst­fremsta sessinum við útliti til FM-finalu. Neistin er enn langt frá gomlu styrkini, men stigini eru so har, og tey lúgva ongantíð.
Og so leingi hini liðini, ið liggja niðanfyri, ikki eru meira støðug enn tað sama, eru KÍF og Neistin liðini, ið liggja best fyri at fara allan vegin.