Tað var lagt upp til eitt brak av einum dysti í høllini á Hálsi í dag, har oddaliðið Neistin fekk vitjan av VÍF í eini endurtøku av steypafinaluni.
Tað gjørdist tó als ikki eins tætt sum í steypafinaluni, tí Neistin nærmast avgjørdi dystin longu í fyrra hálvleiki og var á odda 16-6 í hálvleikssteðginum.
Í seinna hálvleiki pyntaði VÍF eitt sindur um úrslitið, men tær sluppu tó ikki undan stórtapinum, tí Neistin vann dystin heili 28-21.
Ein av VÍF-profilunum, Agnas Olsen, var fyri tað mesta á beinkinum í dag vegna sjúku, men hinvegin var Jacklin Durhuus heldur ikki við hjá Neistanum.
Lilja Mohr gjørdist toppskjútti hjá Neistanum við átta málum, meðan Marianna Holm Jacobsen enn sum áður var besti málskjúttin hjá VÍF. Hon skeyt eisini átta mál.
Við sigrinum er Neistin nú enn greiðari oddalið, meðan VÍF misnýtti møguleikan at eta seg inn á Kyndil í kappingini um annað FM-finaluplássið. Støðan í Hvonn-deidini sæst HER.











