Neistin slapp úr saksinum

Tað hevur verið tungt hjá Neistakvinnunum seinastu vikurnar, og gongdin tóktist halda fram í Vestmanna í dag.

Fyri steðgin var heimaliðið oman á í flestu lutum, og Neistin hevði sera ilt við at fáa nakað veruligt skil á sítt spæl.

Fyrstu løtuna eftir steðgin vendi tó. Neistin skoraði seks av fyrstu sjey málunum, og eftir hetta hildu tær seg alla tíðina frammanfyri VÍF.

Soleiðis fekk Neistin togað seg upp aftur á bronsuplássið, har tær eru tvær stig aftan fyri StÍF, meðan VÍF akkurát ikki megnaði at toga seg frá VB.

 

Besti málskjútti hjá VÍF var Liljan Djurhuus, sum skeyt ikki færri enn 15 mál. Anja Heinadóttir skoraði 8 mál fyri Neistan.

 

VÍF-Neistin 24-26 (15-12)