StÍF er steypaliðið í føroyskum manshondbólti. Seinastu árini hava teir verið mest sum fastir fúsir á vøllinum, tá steypafinalan er farin av bakkastokki, og í flestu førunum hava teir eisini megnað at vunnið finalurnar.
Mikukvøldið skulu teir leika fyrstu hálvfinaluni í hesum kappingarárinum, tá teir møta Neistanum á heimavølli. Neistin hevur ikki tey heilt góðu úrslitini at vísa á í steypahøpi í manshondbólti síðstu árini, men nú hava teir møguleikan at broyta hesi hagtøl við einum samlaðum sigri á StÍF.
Liðini hava verið sera jøvn
Hyggja vit eftir gongdini hjá hesum liðunum í landskappingini, so er alt sum týðir uppá, at hálvfinalurnar millum liðini bæði fara at vera sera tættar og spennandi. Her vísir stigatalvan, at bara eitt stig er á muni millum liðini, sum liggja á ávikavist øðrum og triðja plássi.
StÍF og Neistin hava eisini leikt tvær ferðir ímóti hvørjum øðrum í grundspælinum, og í báðum førunum var talan um sera tættar og spennandi dystir. Í allarfyrsti dysti á árinum møttust liðini á Hálsi, og tá megnaði StÍF at vinna við einum málið eftir ein sera javnan dyst.
Eisini seinni dysturin bleiv sera spennandi. Her fylgdust liðini at kalla allan vegin, og tá Áki Mørk við góðum 10 sekundum eftir á klokkuni javnaði, mundu øll halda, at nú fóru liðini at býta stigini. Men enn einaferð vildi StÍF tað øðrvísi. Í síðsta sekundi fingu teir brotskast, sum teir skoraðu uppá, og sostatt vann Neistin eisini henda dystin við einum málið.
Sjálvt um StÍF hevur vunnið báðar dystirnar í ár, so hava teir tó vera somikið javnir, at áhugaði kunnu vænta sær ein tættan og spennandi dyst mikukvøldið. So er spurningurin, fer Neistin at steðga góðu gongdini hjá StÍF í steypahøpi? Hetta fer bert tíðin at vísa.