Neistin skal hava nýggjan venjara

Svein Rógvi Nielsen vandi annars Neistan í vetur, tá liðið bert var eitt mál í Vági frá einnum finalusessi, og partarnir høvdu eisini pappír upp á hvønn annan í eitt ár afturat.

Men á heimasíðuni hjá Neistanum verður staðfest, at felagið nú má finna sær annan venjara.

- Orsøkin er millum annað, at Svein Rógvi er í løtuni troyttir at arbeiða sum venjari, stendur at lesa á heimasíðuni hjá Neistanum.

Fyribils verður tað Claus Rasmussen, sum skal venja Neista-kvinnurnar. Claus hevur áður vant mansliðini hjá Neistanum og StÍF, umframt at hann í drúgt áramál hevur verið venjari í Danmark.