Spenningurin í Sunset-kappingini snýr seg fyrst og fremst um, hvør skal fylgja Stjørnuni í FM-finaluna.
Her hevur Neistin stóran part av árinum havt munin móti VB, men tann støðan verður kanska broytt í dag.
Neistin skal nevnliga royna seg móti Stjørnuni, og vinnur Stjørnan tann dystin, kann VB koma ájavnt Neistan í stigum.
VB hevur nevnliga heimavøll móti StÍF, og tað er lítil ivi um, at heimaliðið er stórfavorittur í teirri uppgerðini.