Neistin skal aftur í eldin

Hondbóltur - Neistakvinnurnar fáa seg av álvara royndar um vikuskiftið, tá tær vitja í Runavík. Tað verður fyrsti dysturin hjá Tjaldrinum við Trygva Mortensen sum venjara

Neistin hevur vunnið á Tjaldrinum og Stjørnuni á heimavølli.
Nú skulu blálittu kvinnurnar úr høvuðsstaðnum royna seg á útivølli móti Tjaldrinum.
Trygvi Mortensen er nýggjur í venjarastarvinum í Runavík. Hann skal nú standa á odda fyri Tjaldr­inum fyri fyrstu ferð.
Eitt venjaraskifti plagar at gera mun, og spurningurin er, um kvinn­urnarn í TJaldri ikki fáa lyft sítt støði longri upp enn tað hevur verið seinastu dystirnar.
Dysturin verður torførur hjá Neistanum, sum hevur møguleikan at staðfesta, at tær standa einki aft­an fyri Stjørnuna, sum er oddalið.

VB í Klaksvík
Stjørnan kann – og er favorittur – at reisa seg aftur sunnudagin.
Greipuvinnararnir taptu á Neist­anum týskvøldið, og nú VB vitjar er kravið heilt einfalt tvey stig.
Svein Rógvi Nielsen, venjari, segði í sjónvarpinum í gjár, at tapið fyri Neistanum var eitt spark í afturpartin og ein ávaring, at hini liðini ætla sær at koppa klaks­víks­kvinnunum.
Kyndil og VÍF spæla í høllini á Hálsi sunnudagin.