Neistin setti VB upp á pláss

VB skuldi vinna á Neistanum fyri at varðveita góðu støðuna í stríðnum um at koma í FM-finaluna, men heima í Vági gjørdist uppgávan ov trupul ímóti oddaliðnum.

 

Neistin vann dystin heili 32-21 eftir at hava verið á odda 16-12 í hálvleikinum. Harvið hevur Stjørnan, sum fyrr í dag vann ímóti Kyndli, lagt seg væl fyri í kappingini um at fylgja við Neistanum í FM-finaluna. Stjørnan er nú fýra stig frammanfyri VB, sum tó hevur ein dyst til góðar.

 

Gurið K. Mortensen skeyt átta mál fyri heimaliðið, meðan Barbara Brauer og Birita Wardum skutu hvør síni sjey mál fyri Neistan.