Michael Bøwig verður ungdómsmennari í Neistanum burturav og byrjar í starvinum 1. mai 2019. Michael er útbúgvin lærari og hevur seinastu 25 árini verið partur av arbeiðinum hjá danska hondbóltssambandinum.
- Neistin vil fegin raðfesta barna og ungdómsarbeiðið høgt og gleðast vit tí um at hava gjørt avtalu við Michael Bøwig og ynskja honum hjartaliga vælkomnum í felagið, skrivar Neistin.
Michael Bøwig er útbúgvin hondbóltsvenjari og hevur verið venjari í nógv ár. Hann hevur verið ungdómsvenjari í fleiri donskum feløgum, og hevur drúgvar royndir sum hondbóltsvenjari bæði hjá kvinnum og monnum.
Michael var á vitjan hjá Neistanum seinasta heyst, har hann hevði eina royndarvenjing við nøkrum av okkara ungdómsleikarum. Eisini var Michael í Føroyum millum jól og nýggjár, har hann var gestavenjari á hondbóltsskúlanum, sum Neistin fyriskipar á hvørjum ári.