VÍF hevði munin
Tað hevur ikki verið nógv at fegnast um hjá kvinnunum úr VÍF, sum í síðstu viku vunnu sín fyrsta sigur í tveir mánaðir. Sunnudagin hittu tær oddaliðið Neistan, og megnaðu tær eisini leingi at spæla fult upp við greiða oddaliðið. Tær settu álopini væl upp og spældu seg ígjøgnum, somuleiðis sum tær í verjuni høvdu gott tak um og eitt nú mansvardu Neista-stórskjúttan, Barbaru Brauer.
Hjá Neistanum var tað serliga spælskiparin Bára Hansen, ið bant spælið væl saman og leikti ein sera góðan dyst.
Fyrri hálvleikur var sera javnur, men var tað VÍF, sum hevði munin í hálvleikinum, og sluppu tær til hálvleiks á odda 14-13.
Góð løta avgjørdi
Í seinna hálvleiki helt javna gongdin áfram, men leingi sá út til, at VÍF framvegis hevði munin. Tær vóru á odda 20-18, men við støðuna 22-22 tipti Neistin fullkomiliga í verjuni og steðgaði hetta av álvara einum annars væl koyrandi VÍF-liði. Eitt skifti upp á sjey minuttir ímóti dystarenda vann Neistin heili 7-0, og tá hevði oddaliðið úr deildini eftir tógvið stríð loksins rist tær argandi vestmannagenturnar av sær.
Neistin rør framvegis sín egna sjógv ovast á stigatalvuni, meðan VÍF – hóast gott spæl – aftur vendir rygg til eitt tap, sum hevur verið at kalla gerandiskostur seinastu tveir mánaðirnar.
Neistin – VÍF 33-26 (14-15)
Neistin: Nicoleta R. Hansen (8) Barbara Brauer (7) Annika Thomsen (5) Jacklin Durhuus (5) Marjun Danberg (4) Bára Hansen (3) Birita Wardum (1)
Útvísingar: 2 x 2min.
VÍF: Liljan Djurhuus (8) Simona Iacob (6) Agnas Olsen (4) Torgunn Johansen (3) Linda Davidsen (2) Tóra Seloy (1) Jóhanna Gunlaugsdóttir (1)
Útvísingar: 3 x 2min.