Neistin púra einsamallir

Neistin-StÍF 35-31 (19-19)

Tað líktist ikki nøkrum serliga spennandi topddysti, tá eitt korter var farið av mansdystinum á Hálsi í kvøld.

StÍF førdi tá 13-7, og millum lítið og einki bendi á, at Neistin skuldi hava nakran møguleika.

Ingi Olsen gjørdi tá av at skifta seg sjálvan inn, og so kom skjótt vend í. Verjuspælið batnaði, og serstakliga í álopspartinum fekk spælandi venjarin hjá Neistanum sett ferð á.

Undan steðginum vunnu teir bláu seg upp á javnt, og tá teir hildu fram í sama lag eftir steðgin, fall StÍF fullkomuliga saman.

Seinastu lítlu løtuna royndu strandingar seg við mansverju, men tá var dysturin at kalla taptur, og veruligur spenningur kom ikki í aftur.