Kvinnuhondbóltur
Hóast tær enn hava Stjørnuna framman fyri seg, so staðfestu Neista-kvinnurnar sunnudagin, at tær enn eru best í høvuðsstaðnum.
Móti Kyndli hevði Neistin sjáldan trupulleikar, og tó at liðini fylgdust væl fyri steðgin, so tóktust tær bláu alla tíðina at hava størra yvirskotið.
Hetta gav eisini at bíta fyrstu løtuna eftir steðgin, tá Neistin setti mest sum alt upp á pláss. Fýra mál á rað øktu munin upp í seks mál, og so kundi Kyndil ikki gera stórvegis annað enn at avmarkað tapið. Tann setningurin eydnaðist sum so, men stig fingust ikki úr dystinum, og so er mest sum eingin ivi um, at Kyndil ikki røkkur hálvfinaludystinum móti Stjørnuni.
Fakta um dystin
Neistin-Kyndil 24-20 (11-9)
Málskjúttar
Neistin: Nicoleta Radu Hansen 11(3), Ása á Neystabø 3, Unn Kragesteen 3, Annika Thomsen 2, Rakul Agustinussen 1, Gunnvá Brockie 1, Tordis Tróndarsson 1, Katja Eigemann 1, Elin Stakssund 1
Kyndil: Jacklin Durhuus 7, Randi Wardum 4, Lina Andriulyte 3, Anja Heinadóttir 3, Bjørg Syderbø 1, Ronja Mikkelsen 1, Brynhild Klein 1
Brotskøst: Neistin 4, Kyndil 2
Útvísingar: Neistin 1
Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen