Dimmalætting veit í dag at siga, at dysturin millum Neistan og VÍF skal spælast av nýggjum. Dysturin varð upprunaliga spældur 18. januar, og høvuðsstaðarfelagið vann við 38-37. Vestmenningar kærdu, tí teir mettu, at eitt mál í seinastu sekundunum av fyrra hálvleiki varð tikið frá teimum í steðginum. Og teir hava fingið viðhald frá kappingarnevndini, sum hevur gjørt av, at dysturin skal spælast av nýggjum.
- Vit eru triði partur í málinum, og vit hava einki skeivt gjørt. Tað eru vestmenningar, sum kæra eina avgerð hjá dómarunum, men tað rakar okkum, sigur Kjartan Thomassen, formaður í Neistanum, við Dimmalætting.










