Ein dystur í Sunset-kappingini hjá kvinnum verður leiktur á Hálsi í annaðkvøld. Dysturin verður millum Neistan og VÍF. Neistin hevur fingið eina góða byrjan upp á kappingarárið og má metast sum favorittur undan dystinum, men vestmannakvinnur hava eisini bitið væl frá sær í ár. Dysturin verður leiktur klokkan hálvgum sjey mikukvøldið.