Tveir dystir eru spældir í fremstu kvinnudeildini í hondbólti í dag.
Suðuri í Vági vann Neistin 22-20 ímóti heimaliðnum, VB. Neistin var á odda 10-8 í steðginum. VB-kvinnurnar stríddust væl allan dystin, og var munurin ongantíð meir enn trý mál.
Norðuri í Klaksvík vann Stjørnan 33-25 á StÍF. Stjørnan var á odda 18-11 í steðginum. Tann unga Ella Petersen hjá Stjørnuni gjørdi ein vørr við at skjóta 13 mál í dag.
Støðan :
1. Neistin 8 dystir 16 stig
2. Kyndil 8 dystir 9 stig
3. VÍF/Tjaldur 6 dystir 6 stig
4. Stjørnan 8 dystir 6 stig
5. VB 8 dystir 5 stig
6. StÍF 6 dystir 2 stig









