Neistin og StÍF í kvøld

Neistakvinnur eru stórfavorittar at toga seg nærri hálvfinaluni í kvøld

 

 

Hóast tær mistu trygga leiðslu í Vestmanna um vikuskiftið, so eru Neistakvinnurnar stórfavorittar at spæla seg í hálvfinaluna í Coca-Cola kappingini.

 

Í kvøld spælir Neistin móti StÍF, og við støði í landskappingini er eingin ivi um, at Neistin er stórfavorittur at vinna dystin. Gera tær tað, so leggja tær seg væl á kósina móti einum plássi í hálvfinaluni.

 

Hinvegin hevur StÍF víst, at tær væl kunnu sprutta viðhvørt. Gera tær ein vørr í kvøld, so kunnu tær væl skapa sær eitt sera spennandi útgangsstøði fyri restina av steypakappingini.

 

Dysturin, sum verður spældur á Hálsi í Havn, byrjar klokkan 18.30.