Faxe Kondi-kappingin
H71 - StÍF 27-22 (12-10)
Neistin - Stjørnan 2 33-12 (13-7)
Fyrstu dystirnir í ársins steypakapping í hondbólti vóru leiktir í kvøld, og í báðum dystunum vóru greiðir favorittar at síggja.
Í Havn tók Neistin móti eykaliðnum hjá Stjørnuni, og munurin millum liðini kom skjótt til sjóndar. Neistin kom ongantíð í trupulleikar og vann greiðan sigur við úrslitinum 33-12, eftir at Neistin hevði hvílt fleiri av berandi leikarunum í løtum.
Málskjúttar hjá Neistanum:
Drós Ragnarsdóttir 6, Jenny Kragesteen 5, Ingun K. Persson 5, Rakul Magnussen 4, Hjørdis Viðstein 4, Fríða á Dunga 2, Gunnfríð P. Nólsoy 2, Anna Clementsen 2, Sofie Søberg 1, Sólbjørt Høj 1, Marjun Danberg 1
Málskjúttar hjá Stjørnuni 2:
Oddvør Johansen 5, Tóra Norðá 3, Rannva Jacobsen 3, Mariam Bethuelsdóttir 1
H71 - StÍF 27-22 (12-10)
Í Hoyvík var H71 favorittur móti StÍF, ið hevur havt eitt sera tungt kappingarár. H71 hevur tó ikki so góð úrslit at vísa á í seinastuni, og StÍF loyvdi heldur ikki hoyvíkskvinnum at renna undan.
H71 hevði leiðsluna fyri tað mesta, men StÍF minkaði um munin hvørja ferð hann var í vanda fyri at gerast ov stórur. Við endanum av hálvleikinum vóru strandakvinnur eisini nakað óhepnar at støðan var 12-10 til H71.
Í seinna hálvleiki setti H71 nakrar av lyklaleikarunum inn, eftir at hava fingið hvíld, og hetta tóktist at gera avgerandi munin fyri at H71 legði seg avgerandi á odda við einum seks málum.
StÍF kom ongantíð reiðiliga aftur í dystin, men minkaði stundum um munin niður í trý mál. Seinastu tveir minuttirnar skrædnaði tó aftur, og endaliga úrslitið gjørdist 27-22 til H71.
Málskjúttar hjá H71:
Maria H. Weyhe 7, Marita Mortensen 5, Guðrið á Borg 3, Eva Barba Arge 3, Karin H. Simonsen 3, Karina G. Rubeksen 2, Durita Toftum 2, Silja Sámalsdóttir 1, Anna á Steig 1,
Málskjúttar hjá StÍF:
Emmy Kass 5, Rebekka Zachariassen 4, Karina Berg Høgnesen 4, Paula Dulavík Berg 4, Erla Jonsdóttir 2, Sunfríð Berg Johansen 2, Alice Bergmark 1,