Neistin á odda við sjey

Neistin er á odda 17-10 í einsamalla dystium í fremstu deildini hjá kvinnum í kvøld. Barbara Brauer gongur á odda fyri heimaliðið, meðan Heidi Sevdal roynir at halda lív í VÍF/Tjaldur.

 

Neistin var stórur favorittur undan dystinum, men við trimum sigrum á rað, so hevur VÍF/Tjaldur víst styrku.

 

Munurin var um tey fýra fimm málini móti endanum í fyrra hálvleiki, men seinastu minuttirnar smidaði felagsliðið bóltin vekk fleiri ferðir, og Neistin økti upp í 17-10 áðrenn farið var til hálvleiks.

 

Barbara Brauer skjeyt tey flestu av teimum fyrstu málunum fyri Neistan. Hon varð skift út seinastu løtun av fyrra hálvleiki. Fyri VÍF/Tjaldur kemur tað illa við, at Lilljan Djurhuus og Adina Petrea sita uttanfyri. Heidi Sevdal hevur gjørt sítt til, at felagsliðið hevur fingið tey tíggju málini, sum eru á máltalvuni.

 

Fremsta deild kvinnur:

Neistin - VÍF/Tjaldur 17-10 (Hálvleikur)