Fyrr i kvøld vann mansliðið hjá H71 16-26 ímóti Neistanum í høllini á Hálsi. Hetta var tó ikki kvøldsins størsti sigur í høllini, tí at undan mansdystinum var kvinnudystur spældur ímillum Neistan og Stjørnuna.
Neistakvinnur vóru greiðir favorittar undan dystinum, og tann favorittleiklutin átóku tær bláu seg á bestan hátt. Neistin vann nevniliga dystin heili 36-15 eftir hálvleiksstøðuna 18-8.
Serliga var tað Ása Dam á Neystabø hjá Neistanum, sum spældi ein branddyst. Hon skoraði nevniliga heili 10 mál.
Úrslitið merkir, at Neistin yvirhálar Kyndil á fremsta plássinum í Hvonndeildini. Neistin hevur nú 13 stig fyri sjey dystir, meðan Kyndil hevur 12 stig fyri átta dystir. Stjørnan er á fjórða plássi við fimm stigum eftir átta dystir.









