Neistin nýggjar høvuðsstuðlar

Smyril Line og Statoil hava gjørt stuðulsavtalur við Neistan

 

Smyril Line verður høvuðsstuðul hjá besta kvinnuliðnum hjá Neistanum í vetur, og hjá monnunum fer Statoil at prýða troyggjurnar.

Smyril Line og Neistin undirskrivaðu í vikuni ein eitt ára sáttmála, og hendan sáttmála er formaðurin í Neistanum, Dánjal Pauli Mohr, ógvuliga fegin um. Hann sigur, at avtalan er góður styrkur hjá felagnum.

Neistin og Smyril Line hava í fleiri ár havt tætt samstarv, tí Neistin hevur síðani 1994 annað hvørt ár sent 100 hondbóltsspælarar við Norrønu av landinum til kappingar.

Tá tað ræður um besta mansliðið hjá Neistanum, hevur felagið gjørt avtalu við oljufelagið Statoil, sum verður høvuðsstuðul.

Statoil vil hava sítt navn á sjónligum staðið, og tað heldur felagið, at Neistin kann syrgja fyri.