Nevndin hevur skipað seg soleiðis: Jón Kragesteen formaður, Dánjal Pauli Mohr næstformaður, Maria á Lava skrivari, Eirikur Magnussen kassameistari og Sigvør Matras nevndarlimur. Sum eykalimir vóru valdir Bogi Simonsen og Bjartur Brekkstein.
Neistin hevur um 400 íðkandi limir og eini 30 lið, sum luttaka í
hondbóltskappingini. Hóast hondbóltur er vetrarítróttur burturav, so er felagið Neistin eisini virkið um summarið, síðani miðskeiðis í nítiárunum hava yngru liðini vant til út í juni mánaða, og so hevur verið endað við hondbóltsskúla í Føroyum annaðhvørt ár og annaðhvørt ár einari ferð til hondbóltskapping í býnum Partille í Svøríki. Í ár verður farið avstað við størsta ferðalagnum nakrantíð, nevniliga um 200 fólkum.









