Neistin mundi mist

Kyndil hekk alla tíðina í Neistanu, og móti dystarenda var um reppið, at teir grønu vunnu sær eitt óvæntað stig frá meistarunum

Hondbóltur

 

Sum verjandi meistarar er Neistin eitt av liðunum, sum verður roknað millum favorittarnar í ár. Kyndil hevur hinvegin ikki somu styrki, sum teir áður hava havt, og tí varð roknað við, at talan var um yvirkomuliga uppgávu hjá teimum bláu sunnudagin.

Og fyrstu longu løtuna var heldur ikki nógv, sum bendi á nakað annað. Tó at munurin ikki gjørdist tann øgiligi, so legði Neistin skjótt sjógv aftur til Kyndil, og fram til seinastu 10 minuttirnar vóru støðugt 4-5 mál á muni.

Í øðrum dystum hevur seinasta løtan ofta verið tann vánaligasta hjá Kyndli, men hesa ferð hevði eyka orka helst verið í morgunmatinum hjá teimum grønu.

Í øllum førum kvettu teir av álvara burtur av leiðsluni hjá Neistanum seinastu løtuna. Bara tveir minuttir fyri leiklok var munurin komin niður á eitt mál, men Neistin fekk svarað aftur, soleiðis at teir við teimum báðum seinastu málunum stongdu dystin.

Hóast tapið, so prógvaði dysturin, at Kyndil er um at koma ígongd. Og hóast tað longu nú er langur vegur upp, so kundi tað væl hent seg, at teir fara at arga fleiri av teimum ovaru liðunum.

Millum hesi telist Neistin enn, men teir bláu fingu eina kraftiga áminning um, at kappingin í deildini er somikið jøvn, at tað ræður um at vera á toppinum, hvørja ferð farið verður á vøllin.

 

Fakta um dystin

Kyndil-Neistin 26-29 (12-16)

10 min: 4-8

20 min: 7-12

40 min: 17-20

50 min: 22-24

Málskjúttar

Kyndil: Hans Áki Dal-Christiansen 8, Bárður Johannesen 5, Høgni Klein 4(1), Tummas Paul Hanusarson 3, Jónleif Sólsker 2, Janus Einar Sørensen 2, Andreas Sólsker 1, Hans Arni B. Thomsen 1

Neistin: Finnur Hansson 11, Áki Mørk 5, Karl Herup Olsen 4, Jugoslav Djumic 4, Tróndur Kragesteen 4, David Edvardsen 1

Brotskøst: Kyndil 4, Neistin 1

Útvísingar: Kyndil 3, Neistin 5

Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen