Neistin misti takið

Tvær løtur á fimm minuttir hvør kostaðu dýrt hjá neistakvinnunum, sum helst mistu seinasta heiðursmerkjamøguleikan við tapinum fyri VÍF

Hondbóltur

Tað verða Stjørnan, VB og VÍF, sum fara við heiðursmerkjunum. Tað tykist í øllum førum at standa sólarklárt, eftir at VÍF sunnudagin vann á Neistanum, sum er á fjórða plássinum á stigatalvuni.

Høvdu takið
Verður hugt eftir, hvussu úrslitini hava verið í ár, so var kanska ikki annað væntandi, enn at VÍF skuldi fara avstað við sigrinum. Neistin hevur nevnliga havt sínar trupulleikar av ovastu trimum liuðunum, soleiðis at tað fyri tað nógva hevur tókst, at Neistin skuldi enda árið í onkrum slag av ongamannalandi, har talan hvørki bleiv um odda- ella botnstríð.
Onkra tíð hevur tó bragdað, og sunnudagin bendi nógv á, at Neistin hóast alt skuldi megna at halda fast í heiðursmerkjavónini. Allan fyrra hálvleik á tamb vóru tað tær, sum høvdu størsta orðið at siga í einum dysti, tær fyrst og fremst løgdu dentin á, at spælið hjá VÍF ikki skuldi fáa loyvi at koyra. Í verjupartinum ansaðu tær væl eftir, at serliga Sóley og Ioana ikki sluppu framat, og í álopspartinum varð ansað eftir, at bóltar ikki vórðu tveittir óneyðugt burtur, soleiðis at eyðkenda kontra-spælið hjá VÍF kundi fáast at koyra. At VÍF so eisini tíðliga í dystinum misti Nikolinu Eyðbjørnsdóttir bøtti heldur ikki um fortreytirnar fyri teirra viðkomandi, og var tað ikki fyri Tommu Petersen í málinum, so kundi støðan verið munandi verri hjá VÍF enn tað eina málið, sum var á muni.

Dýrir minuttir
Var tað nakað í dystinum, sum tær í Neistanum mundu iðra seg um, so vóru tað tvær løtur í seinna hálvleiki, har dysturin varð fullkomuliga mistur á gólvið.
Fyrra av hesum løtunum vóru fyrstu góðu fimm minuttirnir av seinna hálvleiki, har at kalla einki hekk saman hjá Neistanum. Uppleggið, sum varð fylgt so væl fyri steðgin, tóktist nú als ikki at vera til í høvdunum á leikarunum, ið mest sum kappaðust um at gera mistøk. Dýr mistøk, sum fleiri ferðir góvu VÍF møguleika at kontra. At høgra verjuborð hjá Neistanum heldur ikki var nakað serligt hesa løtuna nýtti Jacklin Durhuus til at bróta nakrar ferðir ígjøgnum, og so var tað brádliga VÍF, sum hevði fingið sær eina góða leiðslu.
Tað líktist í nógvum mátum eini avgerandi løtu, men spakuliga fekk Neistin tó strítt seg aftur í dystin. Við Ásu á Neystabø sum avgjørdum skipara í verjuspælinum eydnaðist nú aftur at taka broddin av VÍF. Spakuliga ? men trygt ? minkaði leiðslan hjá VÍF burtur, og góðar fimm minuttir fyri leiklok stóð aftur á jøvnum.
Men aftur sveik konsentratiónin á neistaliðnum. Tær megnaðu ikki longur at halda høvdið kalt, og tá VÍF so samstundis megnaði at sláa kalt vatn í blóðið, heldur enn at gerast panikk-slignar, fann dysturin sína avgerð. Fýra mál á rað syrgdu fyri, at Neistin ikki kundi koma nær námind sigrinum aftur, og at VÍF samanlagt vann 7-1 hesar fimm minuttirnar sigur helst tað mesta í so máta.
VÍF sýndi nevnliga kanska týdningarmesta eginleikan hjá einum liði, sum vil gera seg galdandi í oddinum. Nevnliga at halda høvdið kalt í avgerandi løtunum, heldur enn at lata sinnalagið koyra alt spælið upp í røkur. Megnar eitt lið tað, so vísir tað seg ofta, at teir fyrstu 50 minuttirnir hava minni at siga í so máta. Tann eginleikan tykist liðið hjá Neistanum ikki at hava í løtuni, og fremsta avleiðingin av hesum tykist vera, at liðið kann leggja allar dreymir um heiðursmerki á hillina fyri hetta kappingarárið.

Dysturin í tølum
Neistin-VÍF 20-26 (11-10)
Málskjúttar
Neistin: Simona Dziugyte 8(1), Lina Andrijulyte 5, Marjun Tróndarson 2, Ása Dam á Neystabø 2, Lív Sørensen 1, Vivian Unadóttir 1, Unn Kragesteen 1
VÍF: Ioana Rápa 9(1), Sóley Mikkelsen 7, Irina Radivici 4, Fríða Marjunardóttir 3(1), Jacklin Durhuus 3
Brotskøst: Neistin 3, VÍF 3
Útvísingar: VÍF 2
Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Uni Wardum. Tóktust ikki hava teir stóru trupulleikarnar.