Neistin-H71 27-26 (14-11)
Talan var um serstakliga dramatiskan enda á dystinum millum Neistan og H71 í dag.
Alt tóktist annars avgjørt tíðliga í seinna hálvleiki, tá Neistin var á odda við sjey málum, men so fekk H71 veruliga ferð á.
Teir vunnu seg frá 11-18 upp á 25-22, men Neistin fekk kortini seinasta orðið. Áki Mørk og Ingi Olsen áttu seinastu orðini í dystinum, og so meðan vónbrotnu hoyvíkingarnir vóru ávegis úr høllini, kundu bláu áskoðararnir fegnast saman við spælarunum um sigurin, sum væl kann geva teimum ein avgerandi fyrimun í stríðnum um at røkka finaluplássunum í FM-kappingini.
Fyri Neistan skoraði Jugoslav Djumic 11 mál. Esbern Patursson skoraði 7 av málunum hjá H71.