Neistin manglar tvey stig

Neistin hevði ongar trupulleikar, tá kollfirðingar vitjaði í høllini á Hálsi í gjár. Heimaliðið var klárt omaná og vann við heili 11 málum. Nú mangla tvey stig, áðrenn teir kunnu staðfesta finalusessin. Tað verður tó alt annað enn lætt

Neistin - KÍF 31-20 (12-8):


Nú mangla einans tvey stig, áðrenn Neistin kann staðfesta sítt pláss í finaluni. Hetta er staðfestingin eftir, at teir í gjár vunnu greiðan sigur á heimavølli móti botnproppinum úr KÍF. Tað er tó alt annað enn tvær lættar uppgávur, sum bíðar havnarfelagnum. Nærmastu kappingarneytarnir úr Kyndli og StÍF eru eftir á leikskránni, har annar dysturin má vinnast - um Kyndil vinnur allar sínar, væl at merkja. Neistin er farið undir fyrireikingarnar, har leikararnir í gjár nýttu høvið at royna ymiskt í gjár. Tað var tíðin og plássið í øllum førum til móti kollfirðingunum, sum einans vilja hava seinastu tveir dystirnar av kappingarárinum afturum.


Lítil ferð

Var hugt at stigatalvuni undan dystinum, so var ikki torført at hugsa sær til, hvønn vegin sigurin skuldi fara. Hetta tóktist eisini vera í huganum á heimaliðnum fyrstu løtuna, sum ikki tóku uppgávuna í størsta álvara. Lítil ferð var á spælinum, og hóast málverjin Jacob Larsen, sum stóð seg sera væl, royndi at fáa lív í viðleikararnar, so skuldi helmingurin av fyrra umfarinum ganga, áðrenn teir raknaðu við. Ikki tí, KÍF megnaði als ikki at gera sær dælt av hesum, og munurin millum liðini øktist eisini við tíðini. Serliga var Tróndur Kragesteen væl spælandi, og hann hótti mótstøðuliðið í heilum. Hann skoraði seks mál.

Við Rógva Weihe á odda, vardi KÍF í løtum sera væl. Tað hevði við sær, at munurin í fyrra hálvleiki ongantíð gjørdist meira enn fimm mál. Í framrættaða spælinum kom Damir Oros ongantíð fyri seg, og sjáldan eydnaðist lítlu kollfirðingunum at skjóta útifrá. Støðan í hálvleikinum var 12-8 til Neistan.


Staðfesta sigurin

KÍF var betur við frá byrjan í seinna hálvleiki, og einu løtuna vóru tvey mál á muni - 16-14. Nærri komu gestirnir ikki, og Neistin fekk av álvara tamarhald á dystin. Áki Mørk syrgdi skjótt fyri, at spenningurin hvarv, og seinasa stóra løtan var minti meira um eina hugnaløtu. Teir royndu til tíðir ymiskt hugvekjandi, og KÍF hevði til síðst ikki hug at spæla við longur. Tað sást aftur í, at Ási Dam sá reytt móti endanum. Hóast onkur vildi vera við, at tað ikki var hann, sum segði óviðkvæmisorð við dómaran, so máttu unglingin leiðina av vøllinum.

Neistin vann við 31-20, og eru so smátt farnir undir fyrireikingarnar til stóru uppgávurnar, sum standa liðnum fyri framman.


Neistin - KÍF 31-20 (12-8)

10 min.: 5-3

20 min.: 7-4

40 min.: 16-14

50 min.: 24-16

Neistin: Áki Mørk 7, Tróndur Kragesten 6, Dann Torleifsson 6, Bogi Berg 5, Carl Herup Olsen 3, Jugoslav Djumic 2, Jóhann Brekkstein 2.

KÍF: Regin Petersen 5, Rógvi Weihe 4, Jákup Trúgvason 3, Damir Oros 3, Dejan Jankovic 2, Niklas Reginson 1, Ási Dam 1, Teitur Joensen 1.

Útvísingar: Dann Torleifsson 1, Carl Herup Olsen 1, Jugvoslav Djumic 1, Karl Odmar Rasmussen 1, Neistin - Jóan Pauli Olsen 1, Ási Dam 1, Niklas Reginsson 1, Dejan Jankovic 1, Jákup Trúgvason 1, KÍF.

Dómarar: Rúni Mohr og Ragnar