Neistin leggur til brots

 

 

Fyrst skal liðið luttaka í eini kapping í Íslandi og í september verða dystir í EHF Cup kappingini móti HC Lovcen-Cetinje úr Montenegro, áðrenn heimliga kappingin fer ígongd.

 

Sum heild kann sigast, at fáar broytingar eru á liðnum í mun til farna kappingarár. Tó so eru onkrir leikarar ikki við komandi vetur m.a. Roar Dalsgarð og Dann Thorleifsson, sum fara uttanlands. Hinvegin eru m.a. Finnur Hansson og David Edvardssen eru lagstir afturat. Aftasti skansi, sum gjørdi góðan mun seinastu dystirnar í kappingini í vetur, málmaðurin Jacob Larsen, er ivasamur komandi mánaðirnar. Men tíbetur er Magnus Matras, sum hevur verið eini tvey ár í útlegd, vendur heimaftur til barndómsfelagið, og harvið ber til at siga, at málverjaspurningurin er loystur, soleiðis sum støðan er.

 

Samanumtikið verður mett, sigur Neistin víðari í tíðindaskrivinum, at fyrireikingarnar til komandi kappingarár eru á eini góðari leið, og málið er púra greitt, nevnliga at vera á odda bæði í landskappingini og í steypakappingini. Og so sjálvandi eisini at røkka so góðum avriki sum gjørligt í altjóða dystunum.