Neistin-Kyndil 24-25: Dystarendin og samrøður frá FM1

(FM1) Hoyr Neista-venjaran, Kára Horn og Turið Arge Samuelsen hjá Kyndla seta orð á dystin

Kyndilskvinnur vunnu ein sera týðandi sigur í grannauppgerðini ímóti Neistanum í høllini á Hálsi í Havn ígjár.

 

Spennandi kapping er millum Kyndil, Neistan og H71 um at tryggja sær 2. plássið í grundspælinum í SMS-deildini, ið gevur rætt til at spæla FM-finalur ímóti greiða oddaliðnum, VÍF.

 

Kyndil var nógv betri í fyrra hálvleiki og var á odda 14-9 í steðginum. Neistin vann seg væl innaftur í dystin, men tá Kyndil var á odda 25-21 og bert fýra minuttir vóru eftir hildu tey flestu, at dysturin var farin. Men neistakvinnur stríddust manniliga, og tað var um reppið, at Neistin fekk javnleik í teimum seinastu sekundunum.

 

Drós Ragnarsdóttir var toppskjútti hjá Neistanum við sjey málum. Sofie Søbjerg skoraði fimm mál fyri Neistan. Turið Arge Samuelsen gjørdist toppskjútti hjá Kyndli við níggju málum. Bára K. Hansen og Marianna G. Eystberg skoraðu fimm mál hvør fyri Kyndil. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:

 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Sjúrð H. Hoydal siga frá seinasta minuttinum av dystinum.


2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við venjaran hjá Neistanum, Kára Horn, ið hóast tepra tapið er sera nøgdur við hugburðin og stríðsandan sum neistakvinnur vístu í seinna hálvleiki.


3) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Turið Arge Samuelsen gjørdi við Turið Arge Samuelsen hjá Kyndli, ið hóast sigurin og bæði tey vunnu stigini er alt annað enn nøgd við gongdina í seinna hálvleiki, og serliga tað sum hendi seinastu minuttirnar. 

 

Í Klaksvík vann VÍF 31-25 (17-12) á Stjørnuni. VÍF er á odda við 24 stigum. Neistin er nummar tvey við 17 stigum, Kyndil nummar trý við 16 stigum, og H71 er nummar fýra við 14 stigum. Stjørnan hevur níggju stig, og StÍF er aftast við einum stigi.

 

Klokkan 18.30 spæla H71 og StÍF í Hoyvíkshøllini.