Neistin-Kyndil 23-22: Hoyr hæddarpunkt frá FM1

(FM1) Hoyr 15 minuttir av hæddarpunktum frá FM1. Sjúrður H. Hoydal segði frá og Dia Midjord var viðmerkjari

Tað var sannur dramatikkur móti endanum av dystinum. Tað var javnleikur 20-20 og 21-21. Í síðstu sekundunum setti Rasmus Søby bóltin í netið til endaligu støðuna 23-22 til Neistan, ið sostatt er vinnari av Faxe Kondi steypakappingini hjá monnum.

 

Í steðginum var Neistin á odda 9-8. Kyndil var á odda 16-12 í seinna hálvleiki, men Neistin át seg innaftur í dystin, og endaði við at standa á sigursskamlinum.

 

Rasmus Søby gjørdist toppskjútti hjá Neistanum við seks málum, men tað verður helst bara mál nummar seks, ið neistafólk fara at minnast og tosa um í framtíðini.

 

Bartal Klein Olsen, Tummas Pauli Hanusarson og Hjalti Mohr Jacobsen hjá Kyndli við fýra málum hvør.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr 15 minuttir av hæddarpunktum av samrøðum frá FM1. Sjúrður H. Hoydal segði frá. Venjarin hjá StÍF, Dia Midjord var viðmerkjari. Vit hoyra eisini Dia stutt taka samanum dystin. 

 

HERber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við spælarar og venjarar hjá Neistanum.