Neistin koppaði Stjørnuni

Neistin-Stjørnan 23-21 (10-10)

Í einum jøvnum, men ikki serliga væl leiktum dysti, eydnaðist tað hjá besta kvinnuliðnum hjá Neistanum at koppa Stjørnuni.

Hondbóltur, kvinnur

 

Javnt var alla tíðina millum partarnar, men størsta partin av dystinum var kortini líkt til, at Stjørnan skuldi draga longra stráðið. Sostatt hevði Neistin ongantíð leiðsluna úr støðuni 5-4 til tær aftur fóru upp á 21-20.

Dysturin var í stóran mun merktur av rótutum spæli, og í løtum tóktust avgerðirnar á vøllinum ikki at vera alt ov væl umhugsaðar. Neistakvinnurnar vóru tó tær kaldaru, tá mest stóð á, og var hetta høvuðsorsøkin til, at tað eydnaðist teimum at vinna dystin.

Tapið hevur helst við sær, at Stjørnan nú er fullkomuliga úti av FM stríðnum hetta kappingarárið.

Fyri Neistan skeyt Katrin á Neystabø 9 mál, meðan Simona Dziugyte skeyt 7 mál fyri gestirnar.