Neistin hevur ikki verið so væl fyri seinastu árini, sum júst nú.
Blálittu høvuðsstaðarkvinnurnar vunnu í gjár móti Stjørnuni, sum hevði fult stigatal undan dystinum.
Neistin er nummar tvey í løtuni, eitt stig aftan fyri Stjørnuna.
Høvuðsorsøkin er góðu gongdina er Barbara Brauer. Hon skifti til Neistan undan kappingarbyrjan, og hon hevur gingið fremst, síðan liðini løgdu frá landi.
Hon skeyt 12 mál í gjár.
Brauer var serliga eyðsýnd í seinna hálvleiki. Neistin hevur ikki vunnið fleiri av slíkum oddadystum seinastu árini, men Tjaldrið og Stjørnan hava tapt í høllini á Hálsi í hesum kappingarárinum.
Tá tú eina ferð venur teg við at vinna toppdystir, so ert tú komin langt.
Neistin var frammanfyri
Neistin var við yvirlutan so at siga allatíðina.
Munurin var tvey til trý mál í stórum løtum av dystinum, og hóast Stjørnan rann aftaná, so skrædnaði ongantíð av álvara millum liðini.
Dysturin var serliga merktur av stríðsvilja og avgjørdum verjuspæli.
Stjørnan javnaði til 25-25, tá 21 minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki.
So fór Neistin avstað aftur, og gestirnir úr Klaksvík megnaðu ikki at vinna leiðsluna aftur.
Neistin – Stjørnan 30-28 (13-12)
Dómarar: Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen
10 min.: 7-3
20 min.: 9-9
40 min.: 19-15
50 min.: 25-23
Neistin: Barbara Brauer 12, Bára Hansen 5, Marjun Danberg 5, Jacklin Durhuus 4, Rakul Magnussen 3, Birita Wardum 1.
Stjørnan: Durita Christophersen 7, Durita Ljósstein 6 (3), Valentina Suciu 6, Una Olsen 4, Nicolette R. Hansen 3, Edith Hansen 1, Ella Petersen 1.